
Sp/f EINSLISTIR
Hilmar Jan Hansen
Jónas Broncksgøta 26
Postboks 240
FO 110 Tórshavn
Telefon 28 85 14
einslistir@kallnet.fo |
Einslistir tekur sær av ymsum uppgávum í miðlahøpi, umframt onkrum øðrum aftrat. Er talan um tekst, heimasíðu, ljóðlýsing, veitslusang, undirhald ella annað á somu kós, er Einslistir til dystin fús. Eingin hevur forspurt seg, so tað er bara at liggja framvið, skal okkurt arbeiði gerast.
Skrivligt arbeiði
Skalt tú hava onkran tekst orðaðan, er kanska ikki altíð so lætt at koma í gongd, tí hvar skalt tú byrja og hvar skalt tú enda? Hvat skal við og hvat skal ikki við? Við drúgvum royndum frá fjølmiðlaarbeiði – bæði blaðskriving, útvarpi og øðrum líknandi arbeiði – er Einslistir til reiðar at rætta eina hjálpandi hond. Tað veri seg til tíðindaskriv, greinar ella annað.
Heimasíður
Internetið ger tað í dag møguligt at koma í hvønn krók í heiminum, og tá kann tað vera gott at hava eina heimasíðu, ið kann avspegla teg og títt virksemi úteftir. Einslistir ger allar smærri ella miðalstórar heimasíður, ið tó saktans kunnu vera dynamiskar, so lætt er at leggja nýtt tilfar út, broyta, rætta og hvat tað skal vera. Í breddanum høgrumegin kanst tú klikka teg inn á nakrar av teimum síðum, Einslistir hevur gjørt. Ljóðlýsingar
Um tú vilt gera fyritøkuna hjá tær sjónliga, er neyðugt at lýsa og gera vart við seg tann vegin. Ein góður møguleiki er at lýsa í útvarpi, og til tað endamálið hevur Einslistir góða ljóðútgerð, ið ger tað møguligt at fáa júst ta ljóðupplivingina senda út til lurtararnar, sum brúk er fyri. Eisini ber til at fáa Einslistir at gera ljóð til sjónvarpslýsingar, um so skal vera.
Veitslusangir
Tá ein rundur føðingardagur er í familjuni ella eitt brúdleyp, silvurbrúdleyp ella annað líknandi høvi, er upplagt at gleða vertirnar við einum sangi, sum er yrktur til endamálið. Men tað er kanska ikki altíð so lætt at fáa orðini at sita, so tey bera upp á rím og passa til reglurnar. Eisini á hesum umráði hevur Einslistir drúgvar royndir og kann veita eina hjálpandi hond. Tú skalt bara savna saman nakrar upplýsingar, so syrgir Einslistir fyri, at alt endar sum ein góður og lættur sangur.
Undirhald
Við eitt og hvørt veitsluhøvi er gott at hava góða stýring á borðhaldinum, so sleppast kann undan kaos og træsmaðki í afturpartinum, umframt at tað gjarna má vera stuttligt aftrat. “Føroya stuttligasti maður” hevur drúgvar royndir í hesum torføra kunsti og er eisini til reiðar við bara undirhaldinum, um tað ynskist. Fyrispurningarnir eru nógvir av hesum slagnum, so tí er altíð skilagott at spyrja seg fyri í góðari tíð. Og jú størri veitslan er, jú betri!
Okkurt heilt annað…
Nú kann tað vera, at tú hevur hug at fáa onkra heilt aðra tænastu frá Einslistum enn tær, sum eru nevndar omanfyri. Tað kundi hent seg, at eisini tann uppgávan er til at loysa, tí allar avbjóðingar eru vælkomnar. Spyr heldur eina ferð ov nógv enn eina ferð ov lítið! |
|